Innanlands

Hvítusunnustevna í Immanuel: Vitjan úr Cuba

Prætikumaðurin Andres Montesino við familju vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð

(Mynd: Samkoman Immanuel)

(Mynd: Samkoman Immanuel)

2024-05-18 21:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú hvítusunnan stundar til eru fleiri hvítusunnustevnir kring landið. Millum annað hevur Samkoman Immanuel í Hoyvík vitjan úr Cuba. Prætikumaðurin Andres Montesino við familju vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð. 

Andres Montesino er ein av pastorunum í Church of All Nations í Florida, men virkar eisini sum trúboðari. Hann hevur vitjað nógv lond við gleðiboðskapinum, og hesa hvítusunnuna vitjar hann í Samkomuni Immanuel.

[object Object]

Fýra almenn møti eru. Leygarkvøldið kl. 19, sunnumorgunin kl. 11.30, sunnukvøldið kl. 18, og mánakøldið kl. 18. Andres Montesino talar og drekkamuður er eftir øll møtini.

Umframt møtini er eisini ein løta annan hvítusunnudag kl. 11-14 fyri pør, har tvær undirvísingar vera við einum steðgi við smyrjibreyði til øll. Tiltakið er uttan tilmelding til pør, gift og ógift, ung og eldri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder