Innanlands

Video: Av øllum tí góða sum Guð hevur gjørt

Nýggjur barnasálmur, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað og gjørt lag til. Anna Lovisa Mýri syngur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-19 16:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steintór Rasmussen hevur yrkt nógvar sangir, og nú á hvítusunnu er ein nýggjur barnasálmur givin út.

- Skrivaði orðini og lagið, tá ein abbadóttir varð borin til dópin. “Av øllum tí góða sum Guð hevur gjørt” er heitið á nýggjum barnasálmi, sum eg fegin deili við tykkum í dag, skrivar Steintór Rasmussen á Facebook.

- Takk til tykkum øll, sum hava gjørt hendan sangin til veruleika. Og ein hjartalig heilsan til øll børn í Føroyum, skrivar hann.

Tað er Anna Lovisa Mýri sum syngur sálmin í videoupptøkuni omanfyri.

Orð og lag: Steintór Rasmussen
Sangur: Anna Lovisa Mýri
Klaverspæl: Tummas Pauli Mýri
Strúkarar: Ingi Isaksen
Upptikið og ljóðblandað: Erik Biskopstø
Filmað, klipt og sett saman: Eyðbjørn Jacobsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder