Innanlands

Nú rakar verkfallið av álvara dagstovnaøkið í høvuðsstaðnum

15 dagstovnar lata ikki upp í morgin og lata ikki upp aftur, fyrr enn rusk verður heintað aftur. Stúran er um smittuvanda

Summir sagstovnar eru ikki raktir. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum (Mynd: torshavn.fo)

Summir sagstovnar eru ikki raktir. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum (Mynd: torshavn.fo)

2024-05-22 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

Hetta skrivaði Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari fyri lítlari løtu síðani.

Umboð fyri kommununa hava verið í samband við heilsumyndugleikar. Har verður vist á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Summir dagstovnar eru ikki raktir. Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum verður kunnað um hetta, skrivar torshavn.fo.

- Foreldur og verjar, ið hava børn á afturlondum stovnum, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

Dagstovnarnir, ið lata aftur frá í morgin, eru hesir:

Lonirnar í Hoydølum

Dagstovnurin við Løgmannabreyt

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus

Býlingshúsið undir Fjalli

Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)

Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)

Spírin í Havnardali

Býlingshúsið á Ternuryggi

Dagstovnurin Fríðriksgarður

Dagstovnurin Sólareygað

Dagstovnurin við Velbastaðvegin

Dagstovnurin í Løkjatúni

Dagstovnurin Lítliskógur

Dagstovnurin Birkilund

Miðstovnurin

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum hevur vart í yvir eina viku nú, og tað merkist meira og meira á ymsum økjum.

Í síðstu viku hoyrdu vit um dagstovnin hjá Tvøroyrar kommunu, og tað er eisini latið aftur á Eiði. Hetta er tó vegna vantanti reingerð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder