Innanlands

Politiskt pallborðskjak um abort

Kvinnulið umboð úr seks flokkum á tingi luttaka í pallborðskjaki hjá "Frítt Val"

(Mynd: Reinsaríið)

(Mynd: Reinsaríið)

2019-03-04 23:07 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við Altjóða kvinnudagin skipar Frítt Val fyri pallborðkjaki um abort. Allir flokkar á Føroya Løgtingið eru bjóðaðir, og kvinnulig umboð úr seks flokkum luttaka.

Tiltakið verður mikukvøldið 6. mars klokkan 20 í Perluni í Havn. 

Liljan Weihe er orðstýrari, og luttakararnir eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin, Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin, Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, Ruth Vang, Framsókn og Mia av Kák Joensen, Miðflokkurin.

Pallborðskjakið er partur av Femifagnaði 2019, sum fagnar Altjóða kvinnudagin 8. mars.

Kvinnufelagið, Frítt Val - fyri fríari abort, Amnesty International Føroyar, Kropsfatanistar og Damudomi hava sligið seg saman at skipa fyri tiltøkum dagarnar 3. til 7. mars og fyri risa hátíðarhaldi á sjálvum 8. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder