Tað er strangliga bannað og sera vandamikið fyri trygdina hjá skipinum at føra dunkar við brennievni í bilinum inn á dekkið á Smyrli.
Tað sigur Strandferðslan í tíðindaskrivi í morgun.
Nú verkfall er, er lítið av brennievni eftir at fáa á bensinstøðunum. Sambært yvirlitinum hjá Magn og Effo er bæði bensin og diesel eftir á støðunum hjá Effo í Vági, Hvalba og á Tvøroyri, og hjá Magn er bensin eftir á Sandi.
Og líkt er til, at nógv hava leitað sær til Suðuroyar at keypa brennievni. Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at langar bilrøðir vóru uttanfyri støðirnar hjá Effo í Suðuroynni, og fólk høvdu illgruna um, at bilførarar vóru komnir til Suðuroyar aðrastaðni frá at fylla tangan og dunkarnar.
Tað er í hesum sambandi, at Strandferðslan og løgreglan gera vart við, at tað er vandamikið at taka dunkar við brennievni umborð á ferjur.
Strandferðslan upplýsir, at manningin á Smyrli ger stakroyndir av viðførinum hjá bilum, ið fara umborð á Smyril á Krambatanga, og at bilar verða avvístir, um teir hava dunkar við brennievni í bilinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald