Undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, ið Strandferðslan hevur frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, verður nú broytt, so at øll akfør longri enn 7 metrar, ið ferðast við Smyrli á Suðoyarleiðini, skulu hava undantaksloyvi til hesa ferðing frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli.
Hesum boðar Strandferðslan frá í kvøld.
Undantikin hesa áseting eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør. Broytingin fær gildi frá midnátt í kvøld, sigur Strandferðslan. Næsti túrur hjá Smyrli er í morginárini klokkan 6 av Tvøroyri.
Undantaksloyvi fyri at sleppa av oynni aftur
Tað frættist, at nakrir bussar vóru við Smyrli suður í kvøld, við tí endamálið at fylla tangarnar við brennievni. Helst er tað tí, at fakfeløgini nú hava tikið hetta stig. Bussarnir mugu tískil nú hava undantaksloyvi fyri at sleppa av oynni aftur.
Brennievni er uppi á øllum støðum undantikið teimum hjá Effo í Suðuroynni, har bæði diesel og bensin eru eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald