Síðan á midnátt hava øll akfør longri enn sjey metrar - uttan sjúkrabilar og neyðsynjarakfør - skulað havt undantaksloyvi frá arbeiðarafeløgunum fyri at ferðast við Smyrli, og tað hevði við sær, at fimm bussar hjá Giljanes Bussum stóðu eftir á Krambatanga, tá Smyril fór av stað tíðliga í morgun.
Tað var seint í gjárkvøldið, at boðað varð frá, at undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, sum Strandferðslan hevur havt, síðan verkfallið byrjaði, fór at verða broytt, og Ragnar Jacobsen, stjóri hjá Giljanes Bussum heldur lítið um broytingina.
– Hetta er bara fyri at revsa mína fyritøku og ongan annan, sigur hann.
Nú brennievni bert fæst hjá Effo í Suðuroynni, vóru bussarnir farnir suður við Smyrli í gjár at bunkra, og tað høvdu teir loyvi til, sigur Ragnar Jacobsen.
– Vit hava øll loyvi at keypa disel har tað fæst, óansæð hvar í landinum tað er.
Stjórin hjá Giljanes Bussum leggur afturat, at hann hevði spurt seg fyri hjá Smyrli frammanundan, og at hann eisini hevði vent sær til Effo at kanna, hvussu nógv diesel var eftir at fáa.
– Tað vóru 16.000 litrar eftir í gjár, og vit hava tikið 820 litrar, sigur Ragnar Jacobsen, sum hevur biðið arbeiðarafeløgini um undantaksloyvi, so bussarnir kunnu sleppa av oynni aftur. Tá Portalurin tosaði við hann í morgun, hevði hann einki svar fingið.
Giljanes Bussar keypti diesel fyri at kunna koyra nakrar túrar, sum tey hava bundið seg til fyrst í juni mánað, og verða teir ikki gjøgnumførdir, stendur fyritøkan til eitt møguligt endurgjaldskrav, sigur Ragnar Jacobsen.
Hann leggur afturat, at fyritøkan hevur longu fingið onkrar avlýsingar orsakað av verkfallinum, og eisini hava tey sjálvi verið noydd at avlýsa onkrar túrar. Giljanes Bussar hevur tveir aðrar bussar, og teir hava brennievni til dagin í dag og møguliga í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald