Mentan

Her er skráin til Okkara Land

Lagt er upp til eitt veruligt syngið-við-kvøld í Marknagili í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 17 og heldur fram til klokkan 3:45. Stóra navnið Týr fer á pallin klokkan 23

(Mynd: Okkara Land)

(Mynd: Okkara Land)

2024-06-01 14:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Konsertdagurin Okkara Land fer av bakkastokki klokkan 17 í dag. Á pallinum fer í gongd klokkan 18 við Kára Fossdalsá, og síðani verður hildið á til tann ljósa morgun klokkan 3:45.

[object Object](Mynd: Okkara Land)

Lagt verður upp til veruligt syngið-við-kvøld í Marknagili. Danny & The Veetos fara at framføra teirra landaplágur, og eftir hetta verður "vágasound" við Tinganes.

Stóra navnið á plakatuni er helst Týr sum fer á pallin klokkan 23. Á midnátt fer húsorkestur á pallin og felagssangur er á skránni. Skíggjar verða settir upp við sangtekstum, so fólk kunnu syngja við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Ljóðroynd fyri løtu síðan

--

Sí skránna:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder