Grindin, sum legði beinini í Hvannasundi í gjárkvøldið, verður býtt í dráps- og heimapartar. Seðlarnir komu út á keiina í Hvannasundi klokkan átta í morgun.
Brimil fann grindina eystanfyri Viðoynna klokkan hálvgum tólv í gjár, men grindin varð ikki hildin til fyrr enn um kvøldið, eftir at norðoyastevnukappróðurin var liðugur.
Talið á hvalum, ið løgdu beinini í Hvannasundi í gjárkvøldið, var 138, veit Útvarpið at siga í morgun.
Grindin, ið var 849 skinn, varð býtt til fólk í Hvannasunds, Viðareiðis og Kunoyar kommunum, umframt bygdirnar Lamba, Strendur, Nólsoy og Rituvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald