Umboð fyri arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini fóru klokkan 10 á fund við Terja Sigurðsson, semingsmann.
Hetta var í hølunum hjá Semingsstovninum á Tinghúsvegnum í Havn.
Kristoffur Laksá umboðar arbeiðsgevarafelagið, og Páll Nielsen er umboð fyri arbeiðarafeløgini í verkfalli.
Ætlanin við fundinum er at lodda dýpið, um møguleiki er at fara undir veruligar samráðingar og fáa ein enda á verkfallinum.
Sí myndir tá partarnir sessaðust við fundarborðið fyri løtu síðani:
-
Terje Sigurðsson, semingsmaður
-
Kristoffur Laksá, umboð fyri arbeiðsgevarafelagið
-
-
Páll Nielsen og Kristoffur Laksá (Mynd: Sverri Egholm)
-
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald