2024-06-07 17:07
Nógv løgreglufólk hava seinnapartin verið á Strondum í økinum við bátahylin. Løgreglufólk vóru eisini alvápnað, og sambært FM1 vóru byrsuhóttanir.
Men løgreglan hevur tamarhald á støðuni.
- Vit hava tamarhald á støðuni. Tað er talan um ein mann sum ikki hevur tað so gott, og vit hava ikki hug til at tosa meira um tað, sigur Rúni Vesturklett, løgreglumaður á staðnum, við útvarpið klokkan 17.
- Nú taka vit okkum av manninum, segði hann.
Eingin er komin til skaða í sambandi við hendingina.
Enn eru vegirnir í økinum byrgdir av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald