Innanlands

Nógv fólk í býnum í nátt

Nógv fólk hava verið í býnum í sambandi við Mentanarnátt í høvuðsstaðnum, og løgreglan hevur havt úr at gera við at hjálpa teimum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-08 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt hava nógv fólk verið í býnum í sambandi við Mentanarnátt í Havn, og løgreglan hevur eisini havt úr at gera við at hjálpa fólkum, ið høvdu fingið ov nógv niðurum.

Løgreglan hevur koyrt onkur fólk heim, og eisini hevur løgreglan havt tríggjar sovandi gestir í nátt, harav tann eini fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Eitt, sum løgreglan legði til merkis í nátt var, at so nógv ung fólk vóru í býnum. Her er talan um ung millum 13 og 15 ára aldur. Tey sleppa ikki inn á skeinkistøðini, so tey hava hildið til uttanfyri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

– Tey ungu skikkaðu sær væl, men tað, at har vóru so nógv ung í býnum í nátt var óvanligt.

Hetta vikuskiftið er Countryfestivalur eisini á skránni í Sørvági, og sum skilst hevur tað gingið friðarliga fyri seg higartil. Í øllum førum hevur løgreglan ikki fingið nakrar fráboðanir um ófrið harfrá, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder