Mentan

James úr Nashville hugtók fjøldina í Sørvági

Við einum framúr føroyskum orkestri undir leiðslu av Halli Joensen, fingu festivalgestirnir í Sørvági eina uppiborna innspræning av góðum honkytonk tónleiki úr Nashville

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-08 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Høgættin var køld á Dungasandi í gjárkvøldið, men huglagið var fjálgt og lagið framman fyri tónleikapallarnar gott um enn ongantíð kom heilt upp á kók í summarkuldanum.

Høvuðsnavnið á fyrsta kvøldinum á Sørvágs Country- og Bluesfestivali, ungi amerikanarin James Carothers úr Nashville, vísti seg at vera ein framúr sangari, sum umframt at hava fínar sangir av egnari framleiðslu, eisini dugdi at framføra teir góðu gomlu – George Jones, Merle Haggard og Waylon Jennings.

Tað riggaði framúr væl á Dungasandi. Og helst hevur hann verið væl brifaður frammanundan um, hvat publikum í Sørvági vil hoyra, tí móti endanum av framførsluni treiv hann í “Blue Eyes crying in the Rain”, og snildisliga lat hann áhoyrarafjøldina taka yvir við sínum egnu orðum – altso teimum hjá Poul F. “Fagra blóma tú sum prýðir...” og so var onki eyga turt.

Avgjørt hæddarpunktið á kvøldinum.

Hallur – maestro de musica

Eitt sindur í bakgrundini á pallinum stóð Hallur Joensen og eggjaði okkum at syngja við. Sjálvandi hevur tað verið hann, ið hevur teskað nashvilianaranum í oyrað, at tað hevði verið eitt gott hugskot at sungið júst henda sangin, sum haryviri er best kendur við Willie Nelson.

[object Object]James Carothers og Jóhan Ziskason (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hallur hevur enn einaferð prógvað, at hann er júst tann rætti maðurin at fara eftir, tá tað snýr seg um at seta saman eitt orkestur at spæla saman við útlendskum countrynøvnum, sum einsamøll koma til Føroyar við sínum sangum.

Ein ella tvær venjingar, og so hoyrist tað næstan ikki, at tað ikki eru A-team tónleikarar úr Nashville, sum spæla undir. Hetta var høgt støði. Sjálvur ger Hallur lítið burtur úr sær sjálvum og sínum egna spæli, men stendur miðsavnaður sum ein annar Benni Wilkinson, tó uttan armkeipur, men við andlitsbrøgdum og smáum rørslum á guittaranum, gevur tekin til viðspælararnar at taka eina solo ella gera seg til reiðar at enda sangin.

Hugtakandi at eygleiða, og tekin um stóra professionalismu.

Manningin hesaferð var Hallur sjálvur við kassaguittara, Beddi Hansen og Jóhan Ziskason á elguittara, Jóhannus á Rógvu á bassi, Josva Debess á trummum og Kristian Pauli Ellefsen á ljómborðum.

Ikki minst hesin síðsti, ungi Kristian Pauli, glógvaði við sínum óføra og leikandi lætta tangentleiki.

[object Object]Kristian Pauli Ellefsen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað góða kenda gamla

Tað er nú einaferð teir góðu og kendu sangirnir, sum verða best móttiknir á countryfestivalinum í Sørvági, og tað upplivdist í ovurmát í seinastu upptraðkanini á Dungapallinum fríggjakvøldið.

Sørvingar eru so glaðir fyri sín egna vágasound, at soundurin er settur á skrá sum seinasti táttur á stóra pallinum bæði kvøldini.

[object Object](Mynd: Jens Kr. Vang)

Í kvøld verður tað Tinganest og í gjárkvøldið var tað Vágaverk/Váðaverk. “Bommilom”, “Húsabrekku Blues”, “Hvar Baby” og ikki minst “Eftir 1001 nátt”. Og fólkið sang við av hjartans lyst.

Fyrra countrykvøldið í kvøld byrjaði við Kim Hansen og Jens Marna, sum altíð hugtaka við sínum stóra musikaliteti. Teir vóru annars settir á skránna í kvøld, men umstøður gjørdu, at teir ynsktu at býta um, so lokalu Strámenninir verða at hoyra í kvøld ístaðin.

Hini á sera hugnaliga stakkapallinum vóru lívligu Malan og Laila, Evi Tausen, sum endiliga var at hoyra aftur, men ikki rættiliga fekk kynt undir fjøldina hesaferð, og so Signar í Homrum, ið er aktuellur við spildurnýggjum KalleKatt-arbeiðarasangi, sum slapp at enda kvøldið.

Á stóra palli vóru tað Vestmann, sum løgdu fyri. Ikki so ofta, at teir eru at hoyra á so stórum palli, men ein fín og fjálg byrjan upp eitt frálíkt, men kulsið, festivalkvøld.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Fleiri myndir her - og her

Country & irish í kvøld

Í gjárkvøldið kom høvuðsnavnið við honkytonk tónleiki úr Nashville. Í kvøld verður tað nakað heilt annað. Tað verður countrytónleikur blandaður við eitt sindur av siðbundnum írskum fólkatónleiki – eisini kallað country and irish.

Írin Nathan Carter, sum er føddur og uppvaksin í Liverpool, er ein dugnaligur ungur sangari og sangskrivari, og við sær hevur hann eitt sera dugnaligt orkestur.

Í dag verður latið upp á festivaløkinum við barnatiltøkum klokkan 14. Konssertirnar byrja klokkan 18 við Tórfríð Tausen á Stakkapallinum og hini á hesum pallinum í kvøld eru Strámenn kl. 19, Magni Christiansen kl. 21, Blátt Gras kl. 22.30 og Sommerson Band kl. 01.30.

Á stóra Dungapallinum byrjar Hallur Joensen kl. 20, høvuðsnavnið Nathan Carter við fullum egnum orkestri yvirtekur pallin klokkan 22 og at enda er tað so fasta akkerið hjá Countryfestivalinum, Tinganest, sum byrja sína konsert klokkan 00.30


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder