Innanlands

Semingsmaðurin ov skjótur at tveita frá sær

Tað heldur formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag (Mynd: Sverri Egholm)

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag (Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-09 13:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Verkfallið heldur fram og í morgin eru fýra vikur síðani tað byrjaði. Enn ein roynd at finna eina semju varð gjørd hósdagin og fríggjadagin, men seint fríggjakvøldið slitnaðu samráðingarnar og partarnir fóru hvør til sítt.

Spyrt tú Hera Reynheim, formann í Havnar Arbeiðarafelag, var tað ov tíðliga hjá semingsmanninum at tveita frá sær.

- Eg hevði ynskt at vit heldur sótu uppi á hotellinum og samráddust, og at semingsstovnurin ikki legði samráðingarnar niður. Tí har vóru broytingar í luftini, segði Heri Reynheim við útvarpið í gjár.

Fyri In.fo endurtók Heri Reynheim eisini hetta, at semingsmaðurin var ov skjótur at tveita frá sær.

Hann sigur, at arbeiðafeløgini eru fús at fara til samráðingarborðið aftur beinanvegin.

Tað tykist sum partarnir eru langt frá hvørjum øðrum. Tað hevur verið frammi, at arbeiðarafeløgini hava hækkað síni krøv í samráðingunum, og tað hjálpir ikki uppá støðuna.

- Um vit fáa greiðar ábendingar um, at man er villigur til at flyta seg, eru vit sjálvandi til reiðar at samráðast, segði Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, við útvarpið í gjár.

Sambært in.fo krevja arbeiðarafeløgini 15 prosent omaná lønina og arbeiðsgevararnir eru sinnaðir at fara upp um 12 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder