Uttanlands

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum væntar populistiskt høgrarák

- Eg vænti tíverri, at úrslitið av valinum til Evropatingið fer í fyrsta lagi at vísa eitt populistisk høgrarák í nógvum ES-londum, sigur Høgni Hoydal

Høgni Hoydal og varaforsetin í ES kommissjónini, Valdis Dombrovskis, á fundi í Brússel í 2023. (Myndaeigari: Føroya Landsstýri)

Høgni Hoydal og varaforsetin í ES kommissjónini, Valdis Dombrovskis, á fundi í Brússel í 2023. (Myndaeigari: Føroya Landsstýri)

2024-06-09 19:51 Author image
Áron Vest
placeholder

Í 2023 var landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, á fundi við varaforsetan í ES kommisjónini, Valdis Dombrovskis, í Brússel. Tá skrivaði Føroya Landsstýri, at teir umrøddu ætlanina at menna eitt sterkari og meira fjøltáttað samstarv millum Føroyar og ES.

Serliga hevur landsstýrið altíð lagt dent á eitt styrkt handilssamstarv við ES, ið kann tryggja føroyskum framleiðarum og útflýtarum betri marknaðaratgongd til ES-marknaðin fyri virkaðar fiskavørur.

Vit hava sett Høgna Hoydal stevnu.

- Hvønn týdning metur landsstýrismaðurin, at valið til Evropaparlamentið hevur, í síni heild?

- Eg vænti tíverri, at úrslitið av valinum til Evropatingið fer í fyrsta lagi at vísa eitt populistisk høgrarák í nógvum ES-londum. Skilt á tann hátt, at fíggindamyndir og forfylging av minnilutum verða brúkt til at kveikja ótta og geva minnilutum, ið onki vald og rættindi hava, skyldina fyri tann sosiala ójavnan, krígshugin, inflasjónina og tað ótryggu framtíðina, ið nógv kenna sum eitt maktarloysi, sigur landsstýrismaðurin.

Tað tykist sum at landsstýrismaðurin er heldur svartskygdur, enn hvat hinir politikkararnir eru, sum vit hava gjørt samrøður við, tí landsstýrismaðurin leggur eisini afturat soleiðis:

- Hóast tað er sjálvsøknið og grammleikin hjá altjóða stórfyritøkum, teimum ríkastu og sterkastu, hjá ríkastu lobbyistunum og hjá júst høgrapolitikarum og neoliberalum, ið skapa ójavnan, óttan og krígshugin.

Landsstýrismaðurin heldur, at í slíkum støðum, har ótti og vreiði verða skapt og tey sterkastu gera seg til offur, so traðka tey sjálv fram og siga: Vel ein sonevndan “sterkan mann”, ið gevur minnilutum og fremmandum skyldina, og sigur seg vilja brúka harðskap og autoritert vald og sláa hart niður á onkran minnilutasyndabukk.

- Og restin av politisku skipanini rennur onkusvegna aftaná í onkrum gráum massa á miðjuni. Ongin tosar um frið og rættvísi og ójavnan millum fólk í einstøku londunum og ímillum heimsins lond og fólk. Og ongin torir at bjóða stórkapitalinum og teimum ovurríku og priviligeraðu av, leggur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum afturat.

Valið hevur óbeinleiðis týdning

Tá vit spyrja landsstýrismannin víðari, um hvønn týdning ES valið hevur, so metur hann, at tað hevur mest týdning fyri at vísa eitt rák.

- Tingið hevur lítið vald, men tað fær týdning fyri, hvussu ES-nevndin (kommisjónin) verður góðkend. Tað vil siga, at Evropatingið skal góðkenna forkvinnuna/formannin fyri kommisjónina og hinar 26 kommiserarnar. Har liggur alt valdið í ES. Og tí hevur Evropatingið óbeinleiðis ein týdning, sigur Høgni.

Tað er tí viðkomandi at spyrja landsstýrismannin, hvørja ávirkan ES, og tann politikkur, ið har verður smíðaður, hevur fyri gerandisdagin hjá okkum føroyingum.

- Fyri Føroyar hevur valið til Evropaparlamentið lítlan praktiskan týdning. Men sum tjóð í heiminum og í Evropa, hevur politiska rákið og avleiðingarnar av tí, sjálvandi týdning. Og tað hevur týdning, hvønn Evropatingið góðkennir sum forkvinnu/formann fyri ES-kommisjónina, og hvør verður kommiserur á ymsu økjunum.

Her verður víst til fiskivinnu-, handils-, veðurlags-, útbúgvingar- og mentamál, uttanríkispolitiska talsfólkið og hvønn veg kommisjónin fer, í mun til trygdar- og verjupolitikk.

Samstarvsavtalan við ES

- Vit hava júst gjørt eina samstarvsavtalu við ES, sum vit arbeiða av grimd við at fáa ávis úrslit og framstig burturúr. Og har hevur kommisjónin og samansetingin av henni allan týdning fyri samstarvið, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Høgni Hoydal, at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder