Innanlands

Børn sleppa aftur á stovn í morgin

Í Tórshavnar kommunu lata allir dagstovnar upp til vanliga tíð í morgin árini

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-06-09 17:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Teir umleið 40 dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu lata upp til vanliga tíð í morgin árini. Tað sigur Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, við útvarpið.

Fakfeløgini hava boðað frá, at undantøk vera givin til at reingerðarfólk og tey sum koyra burturkast á dagstovnaøkinum, kunnu fara aftur til arbeiðis frá klokkan 6 mánamorgunin.

Foreldur fáa nærri boð gjøgnum foreldragluggan, sigur trivnaðarstjórin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder