Innanlands

Bussarnir koyra aftur

Aftur ein vanligur mánamorgun eftir verkfall í fýra vikur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-10 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ber aftur til at koma til og frá arbeiðis ella skúla við almennu samferðsluni.

Bygdaleiðir, sum fyri stóran part hava verið tarnaðar orskaka av verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum, koyra nú sum vanligt aftur, og sama er galdandi fyri Bussleiðina í Tórshavnar kommunu, har allir teir reyðu bussarnir hava staðið stillir, síðan verkfallið byrjaði fyri fýra vikum síðani.

Í morgun koyra bussarnir aftur sum vanligt, og samfelagið er harvið við at normalisera seg aftur, eftir at semja fekst millum partarnar í gjárkvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder