Innanlands

Arbeiða aftur á Stangavegnum

Arbeiðið byrjaði fyrst í mai mánað, men hevur nú ligið stilt í eina tíð orsakað av verkfallium

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2024-06-10 14:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú verkfallið er av, verður arbeiðið at nútímasgera Stangavegin eisini tikið upp aftur. Hetta merkir sostatt, at ferðsluforðingarnar eisini eru settar upp aftur. Arbeiðið byrjaði fyrst í mai mánað, men hevur nú ligið stilt í eina tíð.

Vegurin verður reguleraður, vegristir skulu staðsetast, tekniskar leiðingar og kantar skulu leggjast, og so skulu vegbreytin og gongubreytin eisini asfalterast. 

Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan skipað einvegis suðureftir, í ovaru síðu á vegnum. Ferðslan norður eftir verður beind til Heygaveg/Garðaveg.

[object Object](Mynd: Klaksvíkar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder