Innanlands

Vøra komin við flogfari úr Danmark

Lastbilarnir standa í bíðirøð at sleppa inn eftir feskari vøru og koyra hana í handlar longu í kvøld

Tey umskipa á Vága Floghavn (Mynd: Fae.fo)

Tey umskipa á Vága Floghavn (Mynd: Fae.fo)

2024-06-10 18:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani lendi flogfarið hjá FarCargo, sum er komin við matvøru úr Danmark.

Ein av teimum handlunum fær vøru er Føroya Keypsamtøka.

- Fyri løtu síðani, lendi flúgvarin við fesku vøruni í Vágum, og standa lastbilarnir í kø at sleppa inn eftir henni og koyra hana út til deildir okkara, sigur FK.

Tað merkir, at innan fáar tímar, er vøran í okkara handlum, klár at koyra niður í tína innkeypskurv, siga tey hjá FK.

Vøran til Suðuroyar kemur við Smyrli í kvøld, og verður í FK-handlinum í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder