32 tons av matvørum, frukt og grønum vóru í dag flogin til Føroya við flogfarinum hjá FarCargo.
Umframt at hetta helst er nógv tann størsta lastin, sum er flogin til Føroyar nakrantíð, heili 32 tons, hava vit eisini prógva at tað væl ber til at flyta matvørur trygt og skjótt til Føroya, sigur Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo.
Hann sigur, at tað tók ikki meira enn góðan tima at fáa allar 75 plattarnar í lastbilarnar, sum síðani fóru runt til allar FK handlarnar í Føroyum.
Sum skilst var hetta einasta flúgvingin á hesum sinni til matvøruhandlar. Mikumorgunin byrjar flúgvingin við laksi aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald