Uttanlands

ST-trygdarráðið tekur undir við uppskoti um vápnahvíld

Talan er um uppskotið sum Joe Biden sigur vera ísraelskt. Ivasamt er tó um ísraelska stjórnin tekur undir við ætlanini

Russiski sendimaðurin, Vasily Nebenzya, váttar at hann ikki greiðir atkvøðu í ST-trygdarráðnum (Mynd: EPA)

Russiski sendimaðurin, Vasily Nebenzya, váttar at hann ikki greiðir atkvøðu í ST-trygdarráðnum (Mynd: EPA)

2024-06-11 09:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ST trygdarráðið stuðlar nú ætlanini um vápnahvíld í Gazageiranum. Ráðið mælir nú Hamas til at stuðla uppskotinum fyri at fáa enda á átta mánaða langa krígnum. 14 av limalondunum í trygdarráðnum atkvøddu fyri ætlanini – einans Russland lat vera við at atkvøða.

Ætlanin, sum amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur vera uppskotið hjá Ísrael til eina vápnahvíld, er í trimum stigum. Í fyrstu atløgu skal Hamas leyslata meginpartin av gíslunum aftur fyri palestinar, sum sita fongslaðir í Ísrael.

Í øðrum lagi skulu partarnir koma ásamt um eina vápnahvíld, og Ísrael skal taka allar sína styrkir úr Gazageiranum.

Í triðju atløgu skal framtíðin hjá Gaza staðfestast, og farast skal í gongd við eina enduruppbygging av bumbaða økinum.

Hamas hevur heilsað avgerðini í trygdarráðnum vælkomnari, og sigur seg vera til reiðar at samstarva við friðarmeklarar um ætlanina. Men ógreitt er, um rørslan hevur tikið undir við ætlanini.

Hamas hevur fyrr sagt, at tey vilja tryggja sær, at Ísrael ikki tekur uppaftur sínar álopsætlanirnar eftir at gíslarnir eru leyslatnir.

Tað er eisini ógreitt, um Ísrael veruliga er sinnað at góðtaka ætlanina. Biden legði ætlanina fram sum ísraelska, men høgrastjórnin í Ísrael er ikki heilt samd.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur ikki givið ætlanini sín stuðul, og fleiri ráðharrar ytst á høgraveinginum hava hótt við at taka seg úr stjórnini, um ætlanin verður til nakað.

Støðan gjørdist enn meira ógreið, tá fyrrverandi generalurin og andstøðuleiðarin, Benny Grantz, sunnudagin tók seg úr landsins krígsráði.

Kríggið í Gasageiranum hevur nú herjað í átta mánaðir, og støðan hjá vanliga palestinska fólkinum er vanlukkulig.

Ísrael tók avgerð um at steingja økið av eftir ógvusliga Hamas-álopið har suðuri í Ísrael 7. oktober. Umleið 1.200 ísraelar doyðu og 251 vórðu tiknir gíslar undir atsóknini. Ógvusliga ísraelska mótálopið móti Gasageiranum hevur higartil kostað yvir 37.000 palestinsk mannalív, skrivar finska kringvarpið Yle við AFP, Reuters og BBC sum keldum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder