Uttanlands

Russisk kvinna í Danmark handtikin fyri njósning

Hevur móttikið pengar til propaganda frá statsligum russiskum grunni. Kvinnan verður helst leyslatin eftir avhoyring, skrivar DR

(Mynd: PET)

(Mynd: PET)

2024-06-11 11:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein russisk kvinna, búsitandi í Danmark, var í morgun handtikin fyri at hava hjálpt útlendskari fregnartænastu at virka í Danmark.

Tað upplýsir PET, fregnartænastan hjá løgregluni, fyri Danmarks Radio.

Handtøkan fór fram í samstarvi við løgregluna í Suðursælandi og Lolland-Falster.

PET sigur við DR, málið hevur samband við eina søgu um ein statsligan russiskan grunn, sum fleiri evropeiskir miðlar hava skrivað um.

- Viðkomandi er skuldsett fyri brot á grein 108 í revsilógini, sum m.a. snýr seg um at gera fremmanda fregnartænastu føra fyri at virka í Danmark, upplýsir PET fyri DR.

Undanfarna mánadag hevði DR eina søgu um ein statsligan russiskan grunn, sum í fleiri ár hevur sent stórar upphæddir til verkætlanir og einstaklingar í Danmark og  øðrum evropeiskum londum.

Pengar eru millum annað sendir til eina dansk-russiska kvinnu, sum hevur staðið aftan fyri eina løgfrøðiliga ráðgeving fyri russar á Sælandi, skrivaði DR. Miðilin upplýsir í dag, at talan er um somu kvinnu, sum nú er handtikin.

Roknað verður við, at kvinnan tó verður leyslatin, eftir at hon er avhoyrd. Statsligi russiski grunnurin eitur Pravfond, hoyrir undir russiska uttanríkisráðið og hevur heimstað í Moskva.

DR hevur fingið sínar upplýsingar frá eini útlendskari, vesturlendskari fregnartænastu.

Handtikna kvinnan verður lýst sum ein sentralur persónur í russiska samfelagnum í Danmark.

Ráðgevingin, sum kvinnan stendur aftan fyri, verður av fleiri evropeiskum fregnartænastum lýst sum ein liður í einum russiskum propagandaátaki. Átakið skal hava til endamáls at skapa søgur um mismun, sum verður gjørdur mótvegis russiskum borgarum í útlandinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder