Søgulig fólkaatkvøða hevur verið í norðasta parti av Suðuroynni. Borgarar í Tvøroyrar kommunu og í Hvalbiar kommunu sluppu at taka støðu til, hvørs hesar kommunurnar skuldu leggja saman ella ikki.
Áhugin fyri at fara á val í størru kommununi var ikki so stórur. Tó vóru yvir 62 prosent av teimum við valrætti á vali. Ein stórur meiriluti - nærum tríggir fjórðingar vóru fyri.
Hetta hjálpir tó sum so einki, tí ikki nóg stór undirtøka er millum fólk í Hvalba og Sandvík um hetta.
Ikki tí; heilt nógv vóru á vali í Hvalbiar kommunu í dag, og nógv atkvøddu eisini fyri at leggja saman við stórru kommununi. 93 prosent av teimum við valrætti í Hvalbiar kommunu greiddu atkvøðu í dag, og 189 søgdu ja. Men 220 av teimum 409 fólkunum søgdu nei, og harvið er uppskotið felt.
Óvist er, hvat hetta fer at merkja her og nú. Talan var um vegleiðandi fólkaatkvøðu. Spuriningurin er eisini, um ætlanin er, at leggja uppskot fram um slíkt aftur skjótt. Í øllum førum hevur fólki talað, sum nú er, tó at tað er tepur meiriluti ímóti í Hvalbiar kommunu.
Úrsltiini og valluttøkan síggjast niðanfyri:
Kelda: Tvøroyrar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald