Uttanlands

Norðurkorea: Russland hevur rætt at svara aftur

Tað er átaluvert, at USA heldur fram at økja hernaðarstuðulin til Ukraina, sigur leiðari í norðurkoreanska herinum

Pak Jong-chon og Kim Jong-un (Mynd: NK News)

Pak Jong-chon og Kim Jong-un (Mynd: NK News)

2024-06-24 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er átaluvert, at USA heldur fram at økja hernaðarstuðulin til Ukraina.

Tað sigur, Pak Jong-chon, leiðari í norðurkoreanska herinum.

Russland hevur eisini rætt at svara aftur, um USA heldur fram at trýsta Ukraina inn í eitt "proxy kríggj" ímóti Russlandi, sigur Pak Jong-chon og sipar til, at USA herfyri hevur givið ukrainum loyvi at brúka amerikonsk vápn at leypa á hernaðarlig mál í Russlandi.

Hann leggur afturat, sambært tíðindastovunum Ritzau og Reuters, at USA kann fáa Russland at seta hart ímóti hørðum, og harvið er vandi fyri, at tað endar við einum nýggjum heimsbardaga.

Hendan útsøgnin kemur, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin í farnu viku vitjaði í Norðurkorea. Hann hitti norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un í høvuðsstaðnum Pyongyang, og avtalaðu partarnir m.a. at hjálpa hvørjum øðrum, um annar teirra skuldi verið álopin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder