Innanlands

Øll hava frítt at fara eftir bygdagøtunum

Kommunurnar hava fingið freist til árslok næsta ár at gera ferðavinnuætlanir. Ferðafólk verða ikki kravd eftir gistingar- og ferðagjaldi fyrr enn 1. oktober næsta ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-24 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Áðrenn árslok næsta ár skulu kommunurnar, saman við bóndum, heimafólki og øðrum viðkomandi pørtum hava gjørt ferðavinnuætlan. Henda ætlan skal m.a. lýsa bygdagøtur og aðrar leiðir, har ferðafólk kunnu ganga. Uttanríkis- og vinnumálaráðið er farið undir at gera reglur og leiðbeiningar um ferðavinnuætlanir o.tíl., og hetta fer at lætta um, tá ítøkiligu ætlanirnar skulu gerast.

2. juni í ár kom nýggja ferðavinnulógin – løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu – í gildi eftir at hon varð samtykt 21. mai. Ásetingarnar um gistingargjald og ferðagjald á ferðaskipum koma tó ikki í gildi fyrr enn 1. oktober 2025.

Kunnu ganga frítt eftir bygdagøtunum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur í dag lagt út eina kunning um støðuna á økinum, nú ferðafólkatíðin av álvara er byrjað.

Nýggja lógin ásetir, at ferðafólk frítt kunnu ganga eftir bygdagøtunum og eftir øðrum leiðum, sum eru merktar í samráð við kunningarstovurnar kring landið og Visit Faroe Islands. Heimild er til at avmarka ferðslu og uppihald, sum órógvar landbúnaðarvirksemi ella veiðu, t.d. fjallgongu ella haruveiðu.

Lógin ásetir eisini, at handilslig ferðavinna bara kann útinnast í samráð við bóndan, ið kann krevja at avtala er gjørd um handilsliga virksemið frammanundan. Bóndin kann ikki sýta fyri, at handilslig ferðavinna fer fram í økinum, ella geva nøkrum fyriskiparum einkarætt til at skipa ferðavinnuvirksemi í einum øki.

Forboð at seta upp forðingar

Lógin setir greitt forboð fyri at seta upp forðingar, t.d. gjaldportur ella at krevja onnur gjøld fyri at sleppa út í haga. Bóndin kann kortini taka eitt rímiligt gjald fyri tænastur og fyri atgongd í serligum støðum, har hann hevur gjørt íløgur í gøtur og aðrar umstøður til ferðafólk.  

Nærri reglur um handilsliga ferðavinnu og tænastur verða gjørdar og lýstar í næstum, skrivar uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Til at skipa gongdina í økjum, har ið nógv fólk ferðast, ásetir kommunan í samráð við bónda og heimafólk skilhaldsreglur, sum øll, sum ferðast í økinum, skulu fylgja. Avvarðandi landsstýrisfólk skal góðkenna skilhaldsreglurnar og lýsa tær í kunngerð.

Á vitjan í Sørvági

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við ferðavinnumálum er longu farin á kunningarferð saman við embætisfólki út til kommunur at kunna um nýggju viðurskiftini og skipanirnar á ferðafólkaøkinum.

Sørvágs kommuna skrivar á heimasíðu síni, at tey høvdu vitjan fríggjadagin av landsstýrismanninum saman við Herálvi Joensen, aðalstjóra, og Oyvindi av Skarði, fulltrúa.

Her var løgtingslógin um burðardygga ferðavinnu umrødd og ferðavinnuætlanirnar, sum skulu gerast hetta komandi árið.

- Fleiri ivamál vórðu loyst, og kommunan vónar, at arbeiðið við at gera ferðavinnuætlanirnar fer at ganga væl. Tað verður Visit Vágar sum skal standa á odda fyri arbeiðinum at gera ferðavinnuætlan fyri Sørvágs- og Vága kommunur, og tey fara í gongd við arbeiði í heyst, skrivar Sørvágs kommuna.  

[object Object]Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu (Mynd: sorvag.fo)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder