Innanlands

Útlit fyri at gongd kemur á íbúðarverkætlan

Gongur eftir ætlan, fær Runavíkar kommuna tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum

Soleiðis var ætlanin upprunaliga, at íbúðarverkætlanin skuldi síggja út. Tað er broytt nakað so íbúðirnar vera smærri

Soleiðis var ætlanin upprunaliga, at íbúðarverkætlanin skuldi síggja út. Tað er broytt nakað so íbúðirnar vera smærri

2024-06-24 21:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2022 var ætlanin at byggja 150 íbúðir í Leitinum í Saltangará. Nú er verkætlanin broytt nakað, og talan verður nú um 180 íbúðir í fýra stigum.

Joel Undir Leitinum, nevndarformaður í felagnum sum skal standa fyri byggingini, sigur við Kringvarpið, at gongur eftir ætlan, fær Runavíkar kommuna tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum.

Síðani ætlanin varð kunngjørd fyri tveimum árum síðani, er verkætlanin broytt nakað, soleiðis at íbúðirnar eru smærri enn upprunaliga ætlað. Talan veður um eitt blandingsbyggjarí, har ein partur skal seljast og ein annar leigast út, sigur Joel undir Leitinum við útvarpið.

Íbúðarverkætlanin verður í trimum til fimm hæddir.

Greitt er ikki nær spakin verður settur í.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder