Innanlands

Grabbin settur í fyri panthøllini í Sandavági

Panthøllin verður 1200 fermetrar til støddar og skal eftir ætlan standa klár til nýtslu 1. oktober næsta ár

2024-06-25 17:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár setti Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu og havnanevndini í Vága kommunu grabban í fyri nýggju panthøllini, sum skal byggjast í grótbrotinum í Sandavági.

Tað var hálvan mai, at løgtingið samtykti uppskotið, um nýggja pantskipan í Føroyum. Tann 23. mai var avtalað undirskrivað millum IRF og Vága kommunu, um leiguøki í grótbrotinum í Sandavági, og í gjár slapp Jóanis Albert Nielsen, formaður í Vinnu og havnanevndini, at seta fyrsta grabban í fyri nýggju høllini.

Í leiguavtaluni stendur, at Vága kommuna skal gera økið byggiklárt fyri IRF. Av tí at tað var stutt skoðsbrá, tí økið skal vera liðugt 15. august, varð arbeiðið bjóða út til tveir arbeiðstakarar í undirhondsboð. J&K Petersen vann tað útbjóðingina.

Jóanis Albert, sum umboðar Vágar í nevndini hjá IRF, fegnast, at nevndin hjá IRF og Vága kommunu hava tikið so væl undir við, at fáa gjørt høllini í Vágum. Pant høllin verður 1200 fermetrar til støddar, og væntast kann, at 15 mió. íløt koma inn um árið.

Sjálv høllin verður bjóðað út innan nakrar fáar vikur, og skal høllin standa klár til nýtslu 1. oktober komandi ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder