Innanlands

Klettur datt oman á Tjørnuvíkarvegin

Landsverk varð boðsent at rudda vegin

Tjørnuvíkarvegurin (Savnsmynd: Google Maps)

Tjørnuvíkarvegurin (Savnsmynd: Google Maps)

2024-06-26 10:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein stórur klettur datt í gjárkvøldið oman á Tjørnuvíkarvegin. Løgreglan fekk fráboðanina um átta tíðina í gjárkvøldið.

Eingin fekk skaða av hendingini.

Landsverk var boðsent at rudda vegin.

Síðani fjørsummar hevur verið arbeitt við at fyrireika arbeiðið at gera tunnil til Tjørnuvíkar. Eftir ætlan verður fyrsta skotið latið av fyri ársskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder