Innanlands

Vísindavøkan verður 27. september

Árliga vísindavøkan verður í Sjóvinnhúsinum í Havn. Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan

Vísindavøkan verður í Sjóvinnhúsinum í Havn

Vísindavøkan verður í Sjóvinnhúsinum í Havn

2024-06-27 15:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árliga vísindavøkan verður í Sjóvinnhúsinum fríggjadagin tann 27. september.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Uttanfyri verða tiltøk fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir, meðan starvsfólk á Havstovuni sýna fram ymsar fiskar o.a. Á Svalanum kring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Framløgurina verða frá kl. 8.30 til umleið kl. 15.30. Tá verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, onkrum lættari tiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Øll tiltøk eru ókeypis, og stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Vísindavøka verður eisini á ferð í døgunum 16. til 25. september.

Skráin verður kunngjørd tíðliga í august.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder