Tveir pistólar hjá fyrrverandi franska keisaranum Napoléon Bonaparte vórðu í gjár seldir á uppboðssølu fyri 1,69 milliónir evrur, sum svarar til uml. 12,6 milliónir í okkara krónum.
Tað upplýsir franska auktiónshúsið Osenat.
Undan uppboðssøluni, sum var í Fontainebleau sunnanfyri París, var væntað, at teir fóru at verða seldir fyri millum 1,2 og 1,5 milliónir evrur - millum 9 og 11,2 milliónir krónur.
Napoléon Bonaparte ætlaði at brúka hesar pistólar at taka seg av døgum, eftir at hann hevði mist valdið í 1814.
Hvør keyparin er er ikki almannakunngjørt, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald