Innanlands

Jógvan Sundstein farin

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, doyði í dag, 91 ára gamal

(Mynd: Kvf)

(Mynd: Kvf)

2024-07-08 21:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður, andaðist í heiminum í Holbæk í dag.

Hann bleiv 91 ára gamal.

Jógvan Sundstein var løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin frá 1970 til 1994, og var eisini løgtingsformaður eitt valskeið frá 1980 til 1984.

Árini 1989 til 1991 var hann løgmaður. Seinni var hann eisini landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Jógvan Sundstein var giftur Lydiu Marstein úr Klaksvík. Tey fingu trý børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder