Innanlands

Bussførarin boðaði sjálvur frá eldinum

Eldur kom seinnapartin í ein buss á Oyggjarvegnum. Bussurin er uppkolaður

(Mynd: Nikolas Olsen)

(Mynd: Nikolas Olsen)

2019-03-10 17:53 Author image
Sverri Egholm

Beint áðrenn klokkan 16 seinnapartin fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum bussi á Oyggjarvegnum við Hundsarabotn.

Løgreglan sendi beinanvegin sløkkiliðið á staðið, men eldurin var ógvusligur, og bussurin er uppkolaður.

Talan var um ein ferðafólkabuss, og tað var førarin sjálvur sum boðaði løgregluni frá. Hann hevði fingið øll fólkini úr bussinum.

Vegurin varð alt fyri eitt stongdur við Kollfjarðardal og sunnanfyri Hundsarabotn, og tá vit prátaðu við vakthavandi á løgreglustøðini fyri lítlari løtu síðani, var framvegis ikki opið aftur.

Arbeitt verður við at fáa bussin av vegnum, og fluttan til Havnar.

[object Object](Mynd: Nikolas Olsen)

[object Object](Mynd: Nikolas Olsen)

placeholder
placeholder