- Høvuðsgrundin til at eg havi sagt meg úr starvi er ónøgd við samskiftið ímillum meg og Heilsumálaráðið.
Tað sigur Jóanis Erik Køtlum, nú fyrrverandi landssjúkrahússtjóri. Um vikusskiftið segði hann seg úr starvi sum stjóri á landssjúkrahúsinum. Hann vil ikki ov nógv ítøkiligt, bara at hann følir at hansara ætlanir hava verið ignoreraðar.
Landssjúkrahúsið hevði eina meirnýtslu á 11 milliónir í fjør. Fríggjadagin var fundur um hesa meirnýtslu. Jóanis Erik Køtlum sigur, at tað hevur onki beinleiðis við ovurnýtsluna at gera, men at tað hevur við fundin sjálvan at gera.
- Samskiftið frá heilsumálaráðnum á tí fundinum var óvirðiligt, staðfestir hann.
Portalurin fylgir málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald