Innanlands

Sirið Stenberg: Man kann uppliva alt so ymiskt

Sirið Stenberg heldur at samskiftið við stjóran á LS, sum hevur sagt seg úr starvi, hevur verið gott

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-12 11:54 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Vit høvdu ein fund um meirnýtsluna fyri í fjør fríggjadagin. Talan er um 11 milliónir í meirnýtslu. 

Tað sigur Sirið Stenberg, sum ikki veit um tann fundurin kann vera grundin til, at Jóanis Erik Køtlum hevur sagt seg úr starvi. Hon sigur at tey als ikki hava havt nakran illgruna um, at hann hevði ætlanir um tað. 

Jóanis Erik Køtlum sigur, at tað er óvirðiliga samskiftið frá ráðnum, sum er høvuðsorsøkin til, at hann hevur sagt seg úr starvi. Men Sirið Stenberg hevur als ikki somu uppliving av hesum. 

- Eg haldi at vit hava havt eitt gott samskiftið. Eg haldi heldur ikki at samskiftið á fundinum fríggjadagin var óvirðiligt, men vit kunnu uppliva tingini so ymiskt. Eg havi bara alt gott at bera Jóanis Erik Køtlum, sigur Sirið Stenberg. 

Hava góðar varaleiðarar 
- Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur verðið skift út ofta seinastu árini, og tað er sjálvandi keðiligt fyri ein stovn, staðfestir Landsstýriskvinnan í Heilsumálum. 

- Men vit hava góðar varaleiðarar, sum kunnu taka við, so dagliga gongdin koyrir sum vanligt, leggur hon afturat. 

Sirið Stenberg er hinvegin kedd um afturvendandi leiðslutrupulleikarnar, tí tað steðgar menningini á heilsuøkinum. 

- Vit ynskja sjálvandi at hava meira enn bara eina vanliga dagliga gongd. Vit hava sjálvandi eisini ynski um víðari menning, leggur hon afturat. 

Leiðarinir á Suðuroyðar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi fara eisini frá í summar, og landsstýriskvinnan sigur, at tey nú fara at skunda sær at søkja eftir nýggjum stjórum. 

- Leiðarinir á hinum sjúkrahúsunum eru í starvi til í summar. Men nú fara vit at skunda okkum at søkja eftir nýggjum stjórum, staðfestir hon. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder