Uttanlands

Republikanarar: Harris eigur ikki at fáa atgongd til fígging hjá Biden

Kamala Harris eigur ikki at fáa atgongd til fígging, sum varð savnað inn til valstríðið hjá Joe Biden, áðrenn hann fór úr valstríðnum, siga republikanarar, sum hava sent eina kæru til amerikonsku valnevndina FEC

Kamala Harris, varaforseti verður helst forsetavalevni hjá Demokratunum í november (Mynd: EPA)

Kamala Harris, varaforseti verður helst forsetavalevni hjá Demokratunum í november (Mynd: EPA)

2024-07-25 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kamala Harris, varaforseti, sum helst verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum á amerikanska forsetavalinum í november, eigur ikki at fáa atgongd til fígging, sum varð latin forsetanum, Joe Biden, áðrenn hann tók seg úr valstríðnum.

Tað halda Republikanararnir, sum hava kært málið til amerikonsku valnevndina FEC.

Tað var sunnudagin, at Biden boðaði frá, at hann fór úr valstríðnum og í staðin stuðlaði Harris sum valevni hjá Demokratunum. Tí hevur Harris fingið atgongd til fígging til demokratiska valstríðið - omanfyri 90 milliónir dollarar.

Men hesin stuðulin varð ætlaður til valstríðið hjá Biden, og tí er tað brot á lógina um floksstuðul, sigur David Warrington, løgfrøðingur hjá republikanska forsetavalevninum Donald Trump.

Saurav Ghosh, løgfrøðingur hjá óhefta stovninum Campaign Legal Center, sigur sambært Reuters, at einki er at finnast at, tí Harris sum varaforsetavalevni hjá Biden, var partur av hansara valstríði. Umframt hetta er eisini ósannlíkt, at FEC fer at viðgera kæruna áðrenn valið.

Les eisini: Metnógvir pengar savnaðir inn til demokratar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder