Mentan

Myndir: Næmingar á Glasi mótmæltu uttanfyri Mentamálaráðið

Áleið 150 næmingar mótmæltu á middegi, at tey skulu upp í fleiri próvtøkum uttan at hava fingið kunning um hetta

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-12 13:55 Author image
Sverri Egholm

Næmingar á Glasi skipaðu á middegi fyri mótmælistiltaki uttanfyri Mentamálaráðið á Hoyvíksvegnum í Havn. Áleið 150 næmingar møttu upp, og tað legðist afturat.

Næmingarnir halda ikki, at leiðslan á Glasi hevur kunnað tey um, at talið á endaligum próvtøkum verður hækkað hjá fleiri næmingum, og hetta var orsøkin til mótmælistiltakið í dag.

Tey sipa til eina kunngerð, sum kom í gildi í mai 2016, tveir mánaðir eftir, at næmingarnir, sum nú skulu til endaligu próvtøkurnar søktu inn á miðnám.

- Hendan broyting kom óvart á okkum, sum ganga í 3s á Glasi. Broytingin í sær sjálvum er als ikki órímilig, men kunning frá leiðsluni til næmingar, lærarar og lestrarvegleiðarar hevur als ikki verið nøktandi. Ja, faktiskt hevur hon slet ikki verið til staðar, tí vit vistu hetta ikki fyrrenn í síðstu viku, hóast kunngerðin um próvtøkur varð kunngjørd í mai 2016, siga næmingarnir.

Næmingarnir hava kært, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna í skúlamálum, segði, at svarið upp á kæruna kemur skjótt. Eisini handaðu næmingarnir eini 200 undirskriftir sum næmingar úr 3s, fimm lestrarvegleiðarar og 38 lærarar hava skrivað undir.

placeholder
placeholder