Innanlands

Hóast opinlýsta kokainnýtslu er eingin handtikin fyri tað

Sjefpolitiinspektørurin hevur sæð myndina av kokainnýtsluni uttanfyri Glitnir, men tað ber illa til at eyðmerkja mannin

Soleiðis sá út uttanfyri Glitnir í gjár

Soleiðis sá út uttanfyri Glitnir í gjár

2024-08-02 19:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað mundu vera fleiri sum hvukku við, tá tey á Portalinum í gjár sóu mynd av einum kroatisku fótbóltsfjeppara, sum uttanfyri Glitnir, gjørdi klárt til at sniffa tað, sum at síggja til eru hørð rúsevni.

Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur, hevur sæð myndina, men sigur við útvarpið, at tað ikki hevur borið til at eyðmerkja mannin á myndini, og tí er eingin handtikin.

Kroatisku fótbóltsfjeppararnir hava sett veruligan dám á býin seinastu dagarnar í sambandi við dystin millum HB og Hajduk Split á Tórsvølli hóskvøldið.

Teir vóru einir 300-400 í tali, og høvdu ófantaligan atburð. Sum skilst royktu teir eisini hassj á Tórsvølli.

[object Object]

Sjefpolitiinspektørurin sigur, at tað er ivasamt, hvusu fótbóltsfjeppararnir hava fingið fatur á rúsevnunum. Tað var nevniliga ikki nakar illgruni um, at teir høvdu nakað uppi á sær, tá teir komu til landið.

Sambært Degi og viku, segði UEFA í eftirmetingini eftir dystin, at HB og FSF høvdu gjørt sítt arbeiði til lítar, og at einki var at finnast at í sambandi við trygdina. Hajduk Split fær bót fyri tey brot, sum teirra fjepparar hava framt á Tórsvølli.

Les eisini: Kroatiskir hooligans skapa ótta í býarlívinum

Les eisini: Løgreglumaður sligin í nakkan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder