Innanlands

Aftur metlágt saltinnihald

Nýggjasta uppgerðin av saltmátingum frá Skopun og úti á opnum havi vísir, at sjógvurin á Landgrunninum og útiá framvegis er lutfalsliga feskur

2019-03-13 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggjasta uppgerðin av saltmátingum frá Skopun og úti á opnum havi vísir, at sjógvurin á Landgrunninum og útiá framvegis er lutfalsliga feskur, og í heyst og vetur vístu mátingarnar metlágt saltinnihald á Landgrunninum.

Saltinnihaldið á Landgrunninum fylgir gongdini á opnum havi, og seinastu tíðina hevur nógv verið skrivað um lága saltinnhaldið á okkara leiðum. Havstovan mátar saltinnihaldið á Landgrunninum við Lívfiskastøðina í Skopun, og í 2017 var saltinnihaldið metlágt alt árið sammett við undanfarnar mátingar síðan 1995. Teir fyrstu mánaðirnar í 2018 var saltinnihaldið eitt vet hægri enn somu mánaðir í 2017, men í heyst lækkaði tað aftur, og metlágt saltinnihald varð mátað í september, november og desember 2018, eins og í januar 2019. Meiri er at lesa um hesi tøl, og hvørji metini eru, undir teiginum saltbroytingar á Landgrunninum.

Havstovan mátar eisini hita og salt á opnum havi eftir sonevndum standardskurðum út frá Landgrunninum 3-4 ferðir um árið. Her vísa mátingarnar fyri 2018, at saltinnihaldið í atlantsjógvi hevur hildið sær áleið á sama lága virði, sum í 2017. Hinvegin er hitin kvinkaður eitt vet niðureftir, men sjógvurin er framvegis væl heitari enn miðskeiðis í 1990’unum. Meiri er at lesa um hesar mátingar undir teiginum hita- og saltbroytingará opnum havi.

Hesi hita og salttøl verða m.a. send til ICES, har tey eru við í árligu frágreiðingini hjá havfrøði-arbeiðsbólkinum WGOH hjá ICES. Hesin arbeiðsbólkur hevur fund í Bergen 19.-21. mars 2019, har havfrøðilig tøl frá ymsu limalondunum verða viðgjørd. Úrslitini fara í eina árliga frágreiðing um havfrøðiligu viðurskiftini í Norðuratlantshavi, eins og tey nýggjastu tølini eru at finna á heimasíðuni http://ocean.ices.dk/iroc/. Har eru eisini undanfarnar frágreiðingar (Reports) at finna, umframt at nýggjastu høvuðsniðurstøðurnar (Highlights) frá fundinum verða lagdar út har stutt eftir fundin.

(Tíðindaskriv frá Havstovuni)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder