Innanlands

Málið um eindarleiðaran: Pedagogfelagið kært depilsstjóran

Pedagogfelagið kallar viðferðina, sum Hildur Hermansen hevur fingið, ólógliga og greitt brot á allar galdandi reglur

Hermann Mortensen er nú kærdur av Almannaverkinum (Savndmynd: Jens Kr. Vang)

Hermann Mortensen er nú kærdur av Almannaverkinum (Savndmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-13 16:11 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Framferðarhátturin hjá Hermann Mortensen er uttan nakran iva í stríð við galdandi reglur, og framferðarhátturin er eisini sera óvanligur. 

Tað skrivar Føroya Pedagogfelag í kæru til leiðsluna á Almannaverkinum um Hermann Mortensen, depilsstjóra. Kæran er send Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, og Edvard Heen, stjóra á Almannaverkinum. 

Les eisini: Almannaverkið ringt við at fylgja reglunum 

Kæran er liður í drúgvum starvsfólkamáli ímóti Hildur Hermansen, sum endaði við uppsagnaravtalu 14. februar í ár. Í tveimum førum varð Hildur Hermansen, sum var eindarleiðari fyri Eind 10 á Almannaverkinum, kallað inn til fundar og uppsøgd uttan ávaring, grundgeving ella ætlanarskriv. 

Framferðarhátturin hjá Hermanni er greitt brot á nærum allar reglur

Og kæran hjá Pedagogfelagnum er hvassorðað. 

- Føroya Pedagogfelag er av teirri áskoðan, at framferðarhátturin hjá Hermanni er greitt brot á nærum allar reglur, sum eru galdandi fyri uppsagnarmál og mál viðvíkjandi tænastumonnum, skrivar felagið millum annað í kæruni. 

[object Object]Barnaheimið er partur av eind 10 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ólógligur atburður 
- Hesin ólógligi atburður hjá einum høgt standandi embætismanni, eigur at geva leiðsluni fyri Almannaverkinum høvið til at geva honum eina álvarsama átalu, fyri ikki at yvirhalda galdandi reglur, stendur í kæruni mótvegis depilsstjóranum á Almannaverkinum. 

Les eisini: Uppsagdur við løn í trý ár  

Felagið átalar ítøkiliga, at Hildur Hermansen tvær ferðir varð uppsøgd uttan grundgeving ella ætlanarskriv. Fyrstu ferð var 22. mars í 2018, dagin eftir at starvsfólk á eindini høvdu kært um viðurskifti í eindini. Hildur Hermansen varð tá kallað á fund og fekk at vita, at hon skuldi halda frí. Við sær á fundin hevði hon ein annan leiðara í Eind 10, sum fekk boð um, at Hermann Mortensen einans vildi hava fund við Hildur Hermansen. 

Verða eingi stig tikin í málinum, tekur Føroya Pedagogfelag fyrivarni um at kæra málið til Løgtingsins Umboðsmann

Eftir uppsøgnina 22. mars í 2018, kom Føroya Pedagogfelag og Christian Andreasen, advokatur, inn í málið og eitt langt samskiftið byrjaði ímillum Hildur Hermansen og leiðsluna á Almannaverkinum. Tað endaði við at Hildur Hermansen varð biðin um at koma aftur í starvið í mai mánaða í 2018. Lyftið varð eisini givið um, at Hildur Hermansen skuldi fáa uppbakning frá leiðsluni á Almannaverkinum til at fáa rættlag á Eind 10, tí mett varð ikki at Hildur Hermansen ikki kundi megna uppgávuna einsamøll. 

Les eisini: Landsstýriskvinnan vil ikki siga nakað stórvegis 

Men mánadagin 14. januar 2019 fær Hildur Hermansen kunning um kæru frá tveimum leiðarum undir sær í Eind 10. Tá bæð Hildur Hermansen um fund við Hermann Mortensen og útgreinan av kæruna - men depilsstjórin noktaði. 

22. januar verður Hildur Hermansen aftur kalla á fund við Hermann Mortensen, hesa ferð við einum og einum hálvum tíma freist. Á fundinum fær Hildur Hermansen aftur boð um, at hon ikki kann vera leiðari á Eind 10 longur. Aftur verður uppsøgnin givin munnliga uttan grundgevingar ella ætlanarskriv. Hon fær somuleiðis at vita, at telefonin og teldupostadressan er stongd, men at hon saman við hjásita kann rudda sína skrivstovu. 

Les eisini: Áhaldandi trupulleikar millum stjóran og leiðaran førdu til uppsøgn  

Hildur Hermansen hevur ongantíð fingið møguleikan at verða hoyrd í starvsfólkamálinum ímóti sær sjálvum. 

Krevja svar frá leiðsluni
Føroya Pedagogfelag endar við at krevja svar frá leiðsluni á Almannaverkinum um, hvørji ítøkilig stig hon ætlar at taka ímóti Hermanni Mortensen fyri tað, sum felagið kallar ólógligan atburð.

- Verða eingi stig tikin í málinum, tekur Føroya Pedagogfelag fyrivarni um at kæra málið til Løgtingsins Umboðsmann, endar pedagogfelagið við at skriva. 

Les eisini: Eindarleiðarin varð ikki søgd úr starvi 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder