2024-08-07 16:20
Í Íslandi royna tey at halda lív í einum stórhvali, sum fyrrapartin svam seg upp á turt á strondini nærhendis smábátahavnina í Þorlákshöfn.
Bjargingarlið og løgreglan eru komin til hvalin. Helst er talan um ein hvølp ella ein ungan hval, skrivar ruv.is.
Sum skilst er ætlanin at royna at halda honum á lívi, og so royna at fáa hann á flot aftur á flóðini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald