Uttanlands

USA noktar flúgving av Boeing 737 Max 8 og Max 9 flogførum

- Trygdin hjá amerikanska fólkinum er tað, sum hevur mest týdning, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-03-13 19:34 Author image
Alda Nielsdóttir

Aftaná flogvanlukkuna í Etiopia, hava fleiri lond nú noktað allari flúgving av Boeing 737 Max 8 flogførum, meðan kannað verður, hví flogfarið hjá Ethiopian Airlines datt niður.

Í dag boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, frá, at tey í USA eisini fara at steðga allari flúgving av flogførum av slagnum Boeing 737 Max 8 og Boeing 737 Max 9.

- Flogskiparar hava fingið boð um hetta, flogfeløg hava øll fingið boð um hetta, segði Trump sambært CNN.

- Flogfeløg taka undir við hesum. Trygdin hjá amerikanska fólkinum er tað, sum hevur mest týdning, segði Trump.

placeholder
placeholder