Enn hevur løgreglan ikki tikið nakran í sambandi við eitt ógvusligt harðskapsmál á Tórsfest undan ólavsøku, tá ein ungur maður mátti flytast á sjúkrahús í Danmark eftir brot á kjálkabeinið. Málið hevur verið umrøtt í fleiri miðlum.
Les: Óvist um sonurin verður til at kenna aftur
Hóast løgreglan upprunaliga segði, at tey kendu til gerningsmannin, og at hann fór at verða tikin inn til avhoyringar eftir ólavsøku, so er enn eingin handtikin.
Tað upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun upp á fyrispurning. Viðkomandi kennir sjálv ikki til málið, og kann tí ikki upplýsa annað enn, at málið framvegis verður kannað.
- Men um tað eru vitni, sum vita meira um málið, ella hava myndir, ið kunnu dokumentera hendingina, eru tey vælkomin at venda sær til okkara, leggur vaktleiðarin afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald