Mentan

Til messu hjá sankta Michael

Mich Box er nærmast eitt halgimenni. Einasti av upprunalimunum í Uriah Heep, sum enn er á lívi. Hevur ferðast uttan íhald og spælt konsertir í samfull 54 ár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-11 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Han stóð nærmast sum eitt halgimenni á pallinum og risti kross yvir fjøldina, síðhærdi guittarleikarin og oddamaðurin í bretska rokkorkestrinum Uriah Heep, 77 ára gamli Mick Box, hvørs borgarliga navn er Michael Frederick Box.

Í gjárkvøldið spældi sankta Michael og hansara menn á Vágsbøi á Summar Festivalinum. Einn einaferð í Føroyum, og líka stórliga fagnaðir.

Og Mick Box er nærmast eitt halgimenni. Einasti av upprunalimunum í Uriah Heep, sum enn er á lívi. Hevur ferðast nærum uttan íhald og givið konsertir í samfull 54 ár.

Jú, hann var verdur at fagna. Guittarspælinum feilti einki. Væl samanspælda orkestrið rokkaði Vágsbø, sum fá orkestur hava megnað á Vágsbøi.

Uriah Heep var væl egnað til júst henda festivalin. Tú sást tilkomin og eldri fólk, sum høvdu funnið sín innara tannáringarokkara framaftur, og sum skrálaðu við til “Easy Livin’”, “Stealin’”, “July Morning”, “Look at Yourself”, “Sweet Lorraine”, “Sunrise”og ikki minst “Lady in Black”.

[object Object]

Men eisini við nýggjaru løgunum prógvaðu Uriah Hepp, at enn er dugur í teimum sum stílskapandi rokkorkestur, hóast miðalaldurin helst er er hækkaður við eini hálvari øld síðan teir komu fram við stílskapandi plátuni “... Very ‘Eavy... Very ‘Umble” í 1970. Box er 77, tangentleikarin Phil Lanzon 74, sangarin Bernie Shaw 68, trummusláarin Russel Gilbrook 60 og nýggjasti limurin, bassleikarin Dave Rimmer 55.

Føroyingar elska Uriah Heep, og hava altíð gjørt tað. Nógv meira enn hinir rokkbólkarnir, sum sóu dagsins ljós í Bretlandi tá seint í seksti- og tíðliga í sjeytiárunum. Undarliga, at so skal vera...

Tað var ein fín konsert, hóast onkur, sum ikki so væl kendi tónleikin hjá Uriah Heep, helt fyri, at tað var í so leingi at bíða eftir “Easy Livin’”. Kanska teir kundu trivið í okkurt av gomlu stórhittunum fyrr á konsertini, fyri líka sum at halda grýtuni í kók.

Sí allar myndirnar frá leygarkvøldinum her


[object Object]Dublinskur pub-stemningur

Undan Uriah Heep hoyrdu vit frálíka írska sangaran Paul Watchorn á minsta pallinum geva okkum eitt sindur av dublinskum pub-stemningi við fleiri av teimum kendu og elskaðu fólkasangunum.

Og tað vóru rættiliga nógvir føroyingar, sum dugdu sangirnar, ikki bara Molly og Whisky in the Jar. Hugaligt at hoyra.

Frammanundan tí spjaddi Lena Anderssen og dugnaliga orkestur hennara góðar vibrasjónir í tjaldinum.

Og á bønum varð sligið upp í fleiri ringar, tá Pól Arni Holm og Hamradun við teirra mergjaðu tónum við djúpum kjølfestum røtrum í føroyskari kvæðamentan skipaðu dansin.

[object Object]

[object Object]

Eftir Mick Box hevði sligið seinasta tónan á Vágsbøi, fingu Frændur møguleikan at fáa fjøldina uppaftur at kóka. Kanska var tað ein tung uppgáva – áhoyraraskarin var ikki eins góður, men ódeyðiligu sangirnir hjá Steintóri og Nolsøe-brøðrunum eru altíð førir fyri at skapa gott lag í føroysku summarnáttini – ikki minst millum fjøllini í Klaksvík.

Allar seinasta tónan á ársins festivali sló Jens Marni í tjaldin so seint, at tað aftur var farið at lýsa fyri degi.

Vit, sum ikki vóru har og annars kundu hugsað okkum at uppliva tað – og ikki minst tey, ið sakna náttarfrið á festivaldøgunum, kunnu bert vóna, at fyrireikararnir einaferð eru so mikið at sær komnir, at teir fara at ásanna, at onki fer av festivalinum, um tónleikurin endar (og byrjar) tveir tímar fyrr á kvøldinum. Óskiljandi at tað skal vera so...

Annars. So munnu tey allarflestu, sum vóru til staðar í Klaksvík um vikuskiftið halda, at eisini hesin var ein fínur festivalur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder