Mentan

Sjeyfaldur Grammy-vinnari til Føroya

Mark Fain og Nashville-bólkurin Lonesome Rangers verða at hoyra í Lívdini í Hoyvík í september

Mark Fain

Mark Fain

2024-08-12 13:27 Author image
Jákup Bech Jensen
placeholder

Mark Fain hevur vunnið fleiri Grammy virðislønir enn nakar tónleikari, sum hevur framført í Føroyum! 21. september kemur hann við bólkinum Lonesome Rangers frá Nashville at hava konsert í Lívdini í Hoyvík.

Einasta framførsla við Grammy vinnara í Føroyum í ár

Hóast nógvir góðir tónleikarar hava framført í Føroyum í ár, so hevur eingin teirra vunnið nakra Grammy. Tí verður konsertin við Mark Fain nakað serligt. Mark er tilnevndur til 11 Grammys og hevur vunnið 7 ferðir.

Hevur vunnið líka nógvar Grammys sum The Beatles!

Mark Fain kann bólkast við sera navnframum tónleikarum. Onnur, sum eisini hava vunnið 7 Grammys, eru The Beatles, Prince, Madonna, Simon and Garfunkle og John Mayer.

Mark er føddur og uppvaksin í Rogersville, Tennessee. Hann hevur spælt tónleik, síðani hann var smádrongur. Fastir hansara og maðurin høvdu ein tónleikahandil, sum umboðaði Fender.

- Har komu nógvir kendir tónleikarar inn at keypa. T.d. keypti George Jones fleiri Fender forsterkarar har. Ein annar fastur kundi, sum altíð kom inn at vitja okkum, var sangarin Tennessee Ernie Ford.

Mark byrjaði at spæla guitar og bass. Tá ið hann var 15 ár byrjaði tónleikayrkisleiðin veruliga.

Hann kom í ein country gospel bólk, sum var sera virkin. Teir spældu upp til 300 konsertir um árið.

Ricky Skaggs and Kentucky Thunder og 7 Grammys

Mark møtti Ricky Skaggs í Grand Ole Opry, tá ið hann var 14 ár. Hetta førdi til, at Mark nøkur ár seinri byrjaði at spæla við Ricky Skaggs and Kentucky Thunder.

Tað var í hesum samanhangi, at Mark vann sney Grammys.

- Eg hugsi ikki so nógv um tað longur, men eg minnist serliga fyrstu ferð, vit vunnu. Tað var ein serlig kensla, tí eingin minni enn sjálvur David Foster handaði okkum virðislønina.

- Tá ið eg byrjaði at spæla við Ricky Skaggs and Kentucky Thunder, fekk eg betri stundir til at arbeiða í studio og at framføra við øðrum tónleikarum. Við Ricky spældu vit 60-80 konsertir um árið og tað var nógv minni, enn eg var vanur við.

- Eg havi framleitt og spælt við nógvum kendum tónleikarum so sum Jack Black, Rosanne Cash, Ry Cooder, John Fogerty, Chris Hillman, Bruce Hornsby, Alan Jackson, Cody Johnson, Loretta Lynn, Martina McBride, John Oates, Joan Osborne, Dolly Parton og Tom Petty.

- Eg havi spælt og framleitt alt frá bluegrass til jazz. Tá ið eg byrjaði at spæla, hugsaði eg ikki nógv um, at tað var munur á country og jazz. Tað var bara tónleikur í mínum hugaheimi.

Justin Terry er sangarin í Lonesome Rangers

Sangarin í bólkinum Lonesome Rangers er Justin Terry, sum var í Føroyum í 2023. Seinast Justin var í Føroyum, var hann einsamallur. Hann er sera fegin um at hava framúr góðar tónleikarar frá Nashville við sær hesa ferð.

Les eisini: Justin Terry aftur til Føroya

Grammy virðislønir, sum Mark Fain hevur vunnið:

  • 1998: 41st Annual Grammy Awards: Best Bluegrass Album for Bluegrass Rules!
  • 1999: 42nd Annual Grammy Awards: Best Bluegrass Album for Ancient Tones
  • 2000: 43rd Annual Grammy Awards: Best Southern, Country or Bluegrass Gospel Album for “Soldier of the Cross”
  • 2003: 46th Annual Grammy Awards: Best Country Performance By a Duo or Group With Vocal for “A Simple Life”
  • 2004: 47th Annual Grammy Awards: Best Bluegrass Album for “Brand New Strings”
  • 2006: 49th Annual Grammy Awards: Best Bluegrass Album for Instrumentals
  • 2008: 51th Annual Grammy Awards: Best Bluegrass Album for Honoring the Fathers of Bluegrass: Tribute to 1946 and 1947

Tað er Praise Him, sum skipar fyri konsertini, sum verður 21. september kl. 21 í Lívdini í Hoyvík. Atgongumerki kunnu keypast her

Kelda: https://www.grammy.com 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder