Amerikanski ríkmaðurin, Elon Musk, fer í nátt at tosa beinleiðis við Donald Trump, forsetavalevni, í eini sending á egna sosiala miðlinum hjá Musk, X.
Sendingin verður klokkan 20 í kvøld, lokala tíð – tað er klokkan 01 í nátt, okkara tíð.
- Tað verður uttan handrit og uttan avmarkingar í mun til evni, so tað fer óivað at vera undirhaldandi, skrivar Musk í innleggi á X.
Elon Musk hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hann stuðlar Donald Trump í forsetavalstríðinum. Seinast, tá fyrrverandi forsetin var úti fyri morðroynd.
Fyrr í ár gingu eisini søgur um, at Trump hevði ætlanir um at útnevna Elon Musik til politiska ráðgevara sín, um hann vinnur forsetavalið í november. Tað skrivaði Wall Street Journal í mai.
Miðilin Bloomberg hevur eisini fyrr skrivað, at Musk hevur latið eina stóra ókenda peningaupphædd til politiska valstríðið hjá Trump. Stutt eftir skrivaði Wall Street Journal frá ónevndum keldum, at ríkmaðurin fór at lata 45 milliónir dollarar um mánaðin til valstríðið.
Hesum hevur Musk seinni víst aftur á X.
Elon Musk keypti X – táverandi Twitter – í apríl 2022. Í november eftir keypið loyvdi hann Donald Trump aftur á miðilin. Donald Trump varð annars útihýstur frá Twitter eftir álopið á Kongressina 6. januar 2021, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald