Innanlands

Útleigarar verða kimaðir niður

Eftir lítlari løtu, verða útleigarar sum leggja uppslag av bústøðum á Facebook floymdir av boðum frá fólki í dýrastu neyð

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-14 17:09 Author image
Sverri Egholm

- Aftaná ein tíma ella so hyggi eg á telefonina hjá mær. Og tá eru 39 boð frá fólki, sum vóru í dýrastu neyð.

Tað sigur Joan Oskarsdóttir Simonsen í dokumentarsendingini “Hóskandi heim søkist…”, sum verður send í sjónvarpinum í kvøld.

Hon ætlaði at leiga eina kjallaraíbúð við einum kamari út, og legði eitt uppslag út á Facebook. Lítla løtu seinni varð boðklivin á tremur við boðum.

Joan Oskarsdóttir Simonsen sigur seg verða skelkaða yvir stóru bústaðarneyðina.

- Eg bleiv eitt sindur skelkað av, at íbúðarneyðin er so stór. Hetta er ein íbúð, og eg veit ikki hvussu leingi eg leigi út, tí eg havi fýra børn, og kanska tey fáa brúk fyri tí.

- Eg næstan angri at eg koyrdi tað út, tí eg hevði ikki ímyndað mær, at tað vóru so nógv fólk, sum vendu sær til mín, sigur hon í sendingini.

Bústaðartørvurin í Føroyum er stórur. Bústaðir metir, at Føroyar eiga at hava millum 2000 og 4000 leiguíbúðir. Talið í dag er niðanfyri 1000.

Dokumentarurin "Hóskandi heim søkist..." sæst á netinum her. Hann verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum beint eftir Dag & viku í kvøld.

placeholder
placeholder