Hava sett kósina eystur í hav

Tað var útsett í fleiri dagar, men seinnapartin í gjár legði Naddoddur frá landi á Tvøroyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-08-25 08:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Turið Vestergaard í Dali)

Um trý tíðina seinnapartin í gjár legði seksæringurin hjá bátafelagnum Naddoddi á Tvøroyri frá landi við teimum seks, sum er manningin: fýra úr Sveis, ein úr Meksiko, sum býr í Orlando í Florida, USA, og Livar Nysted úr Hvannasundi.

Talan er um The Voking Voyager - ferðina til Noreg við seksæringinum Naddoddi.

[object Object](Mynd: Bátafelagið Naddoddur)

- Ferðin varð útsett fleiri ferðir fyri ófantaligt veður, men endiliga varð hælurin høgdur í lágtrýstið, og báturin fór avstað, tá ið Bergur, formaður, hevði takkað manningini og hjálparum hjá felagnum Naddoddi og sagt, at hann og øll, ið her vóru komin saman, vóru errin av manningini á Naddoddi, skriva fyriskipararnir.

Teir róðu Naddodd út frá, og meðan teir róðu hesa hátíðarløtuna, ið rørdi mannfjøldina so mikið, at har var mest sum tøgn á Tangabrúnni, ljómaði trompetin hjá Tróndi Enni um fjørðin við lagnum til sálmin "Eg skar mítt navn" úr bátinum hjá Enni-feðgunum.

Hesin báturin og tann hjá bátasmiðinum, Johan Olsen, ið smíðaði Naddodd í 1997, fylgdu seksæringinum út um fjarðarmunnan. Hann setti seglini úti við Lítla Holm.

Longu stutt eftir, at Naddoddur undir fullum seglum var komin út um fjarðarmunnan, sendi Livar Nysted eitt filmsbrot úr bátinum. Livar hin Royndi boðaði frá, at veðrið var gott. Tey høvdu góðan byr, og ferðin lá um 5-6-7 míl.

[object Object](Mynd: Bátafelagið Naddoddur)

[object Object](Mynd: Bátafelagið Naddoddur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder