Fimm fólk eru í løtuni í grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Tey eru skuldsett fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya.
Fýra av teimum komu til Føroya við seglbáti á Havnina í gjár, og fimta fólkið - sum er føroyingur - skuldi taka ímóti rúsevnunum. Tað visti útvarpið á middegi.
Talan er um tvær kvinnur og tríggjar menn. Eina kvinnan er úr Íslandi, hin úr Danmark, tveir menn eru úr Danmark og tann fimti er føroyingur.
Tey vórðu handtikin úti í Bakka uttast í Vágsbotni í gjár.
Eftir at skuldsetingin varð lisin upp í Føroya rætti, vildi ákæruvaldið hava dyrnar afturlatnar, og hesum eftirlíkaði dómarin.
Sambært einari prískunning, sum útvarpið fekk frá løgregluni í 2021, hava rúsevnini eitt virði uppá knappar tíggju milliónir. Um prísirnir eru nakrir aðrir í dag, er óvist.
Øll fimm nokta seg sekan í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald