Innanlands

First Lego League Føroyar og aðalráð samstarva

Undirvísingarstýrið og Nám eru eisini partar í samstarvsavtaluni, sum gevur eitt fíggjarligt íkast á 100.000 krónur til hetta virksemi í fólkaskúlanum

Djóni Nolsøe Joensen hevur undirskrivað samstarvsavtalu við First Lego League Føroyar, ið Jákup Heinesen, verkætlanarleiðari, umboðar

Djóni Nolsøe Joensen hevur undirskrivað samstarvsavtalu við First Lego League Føroyar, ið Jákup Heinesen, verkætlanarleiðari, umboðar

2024-09-03 21:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen hevur undirskrivað samstarvsavtalu við First Lego League Føroyar, ið Jákup Heinesen, verkætlanarleiðari, umboðar.

Hesum boðar Barna- og Útbúgvingarmálaráðið frá.

Undirvísingarstýrið og Nám eru eisini partar í samstarvsavtaluni, sum gevur eitt fíggjarligt íkast á 100 túsund krónur til hetta virksemi í fólkaskúlanum. 

- Endamálið við First Lego League er at kveikja áhugan hjá skúlanæmingum fyri tøkni, vísindi, nýskapan og íverksetan. First Lego League kappingin styrkir førleikarnar hjá næmingunum í forritan, tøkni og gransking, umframt at menna sosialar førleikar. Næmingarnir skulu forrita ein lego-robot til at loysa eina avbjóðing, sum er serstøk á hvørjum ári. Kappingin varir í 8 vikur og verður skipað eftir sama altjóða leisti í 110 londum. 

[object Object]

Næmingar, sum eru millum 10 og 16 ár, kunnu luttaka í kappingini, og í fjør vóru yvir 30 lið, sum luttóku. Vinnararnir í Føroyum kappast víðari í Danmark, og um tey eisini vinna har, koma tey enn longur út í heim at kappast. First Lego League Føroyar stuðlar og vegleiðir skúlum og lærarum, sum lata skúlaflokkar luttaka í kappingini, skrivar bumr.fo.

- Tað hevur verið stór undirtøka fyri hesi kapping, sum hevur verið hildin í Føroyum á hvørjum ári líka síðani 2006. Virksemið er økt seinnu árini, og neyðugt er við einum fíggjarligum íkasti. Alt virksemi hjá First Lego League er sjálvboðið, men tað eru eyðsæð nógvar útreiðslur at skipa fyri eini so stórari og tøkniligari kapping. First Lego League Føroyar søkir eisini fíggjarligan stuðul frá fyritøkum og grunnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder