placeholder
Uttanlands

Video: Avstralskur politikari fekk egg í høvdið og legði á ungan drong

Fraser Anning knýtti hópdrápið í Nýsælandi saman við førda tilflytarapolitikkinum seinastu árini, men hesum var drongurin ikki samdur í

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-03-17 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sjónbandinum omanfyri sæst Fraser Anning, sum er ein kendur konservativur politikari í Avstralia.

Í beinleiðis sjónvarpi knýtti hann hópdrápið í Christchurch í Nýsælandi saman við førda tilflytarapolitikkinum seinastu árini. Men tað vóru ikki øll, sum vóru samd í tí, eitt nú ein 17 ára gamal drongur, sum gav honum eitt egg í høvdið.

Fraser Anning reageraði skjótt og legði á dreingin, men fólk vóru skjót at skilja tær báðar at.

Drongurin, sum framdi álopið á Fraser Anning, varð handtikin av løgregluni, men hann er síðani leyslatin aftur.

Sambært CNN hevur onkur longu tikið stig til eina innsavning fyri at hjálpa dreinginum at rinda fyri sakførara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder